Kvinnurnar eru eins val ella illa umboðaðar í Fólkatinginum aftan á valið týsdagin, sum tær vóru undan valinum.
Av teimum 179 tinglimunum eru 67 kvinnur. Tað svarar til 37 prosent, og hetta er fjórða valið á rað, at kvinnurnar hava fingið júst 37 prosent av tingsessunum.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógvar kvinnur eru valdar fyri teir einstøku flokkarnar. Hjá Vinstra og Sosialdemokratunum eru 33 prosent av tinglimunum kvinnur og hjá Danska Fólkaflokkinum 36 prosent. Av tinglimunum hjá Ny Alliance eru 40 prosent kvinnur, hjá Konservativa Fólkaflokkinum og Radikala Vinstra eru 44 prosent kvinnur, hjá Sosialistiska Fólkaflokkinum 48 prosent, og av teimum fýra umboðunum hjá Eindarlistanum eru tvær kvinnur.
Kynsbýtið er øðrvísi millum tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi. Har er Juliane Henningsen úr grønlendska IA einasta kvinnan.