Triða hvørt starvsfólk hjá Flogfelag Føroya, sum starvast á flogvøllinum í Vágum, fer úr starvi, tá Maersk Air gevst at flúgva til Føroya, um mánaðrskiftið oktober -november, sigur stjórin á Flogfelag Føroya, Uni Danielsen. Í tali merkir tað eini trý-fýra fólk. Tey fólkini, tað rakar, hava fingið at vita um avgerðina, sigur stjórin á Flogfelag Føroya.
Tað verða fólk, sum arbeiða á plattforminum, sum tey siga á flogvøllinum, og fólk, sum hava tikið sær av innskriving av ferðafólki, sum fara at merkja, at danska flogfelagið fer at gevast við Føroyaflúgvingini. Heldur ikki verður brúk fyri teimum, sum høvdu til arbeiðis at gera flogførini rein, meðan tey stóðu í Vágum.
Uni Danielsen sigur, at hóast Flogfelag Føroya hevur havt avgreiðsluna hjá Maersk Air á flogvøllinum um hendur, heldur kortini ikki alt virksemi hjá Flogfelagnum uppat.
Flogfelag Føroya hevur tikið sær av lasting og lossing av Maersk Air flogførunum, og tann avgreiðslan heldur so uppat. Men felagið hevur framvegis aðrar uppgávur á sjálvum vøllinum, sigur Uni Danielsen. Eitt nú er Flogfelagið umboð fyri Statoil, sum hevur alla oljulatingina til flogførini um hendur. So har verður framvegis brúk fyri fólki.
Av øðrum tænastum, sum hava við sjálvan vøllin at gera, er catering, ella proviantering av flogførunum, sum Hotel Vágar hevur staðið fyri. Tað fer hotellið framvegis at gera fyri Atlantsflog, sum nú fer at økja um fráferðirnar.
Uni Danielsen sigur, at stóra virksemið hjá Flogfelag Føroya á deildini á flogvøllinum er feðaseðlasølan.
Umframt hevur eisini bilaleigan, sum Flogfelagið hevur, vundið upp á seg á flogvøllinum, síðan Vágatunnilin lat upp.
?Tað er heilt greitt, sigur Uni Dnaielsen, at síðan tunnilin lat upp, hevur leigan av bilum á flogvøllinum vundið upp á seg. Fyrr varð tann størri parturin av hesum virkseminum í Havn, sigur hann.