Triði hvør bilur hvørvur

Við einum bensinprísi, sum helst fer at nærkast 20 krónum fyri liturin, minkar ferðslan millum 20 og 30 prosent, siga danskir granskarar Greiningin, sum kann lesast í seinastu útgávuni av Ingeniøren, tekur støði í einum bensinprísi, sum fer at verða á 15 krónur fyri liturin. Eitt tal, sum er lágt sett, sammett við útmeldingunum frá fleiri oljufeløgum, sum rokna við einum prísi, sum um fá ár táttar í 20 krónur fyri liturin.

Samstundis sum høgi oljuprísurin trýstir bilaeigarar, verður eisini roknað við, at hesin fer at trýsta sethúsaprísir í miðstaðarøkinum, har tørvurin í bili ikki er eins stórur, sum hann er uttan fyri miðstaðin.

Í greiningini, sum Thomas Christian Jensen og Mogens Fosgerau hava staðið fyri, verður eisini staðfest, at danska stjórnin als ikki hevur tikið hædd fyri einum falli í bilferðsluni, tá framtíðar ferðsluútbyggingar eru lagdar til rættis.

Í hesum verður roknað við, at ferðslan økist 70 prosent fram til ár 2030. Men hetta er gjørt við støði í einum oljuprísi á 55 dollarar fyri tunnuna.