RÁNSMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
29. november í ár var ein hending uttan fyri Tórshøll, sum nú hevur kostað ein um ungum manni átta mánaðar fongsulsrevsing.
Tá ein maður um hálvgum fýra tíðina um náttina kom gangandi eftir Dr. Jacobsensgøtu og snaraði oman eftir Bøgøtu, fekk hann knappliga nevan framman á. Ein ungur maður bað um pening, og tá álopni maðurin ikki soleiðis uttan víðari vildi geva hesum viltfremmanda unglinginum pening, tók hesin ein springknív fram og hótti manin við honum.
Hesin sá seg nú noyddan at geva unga maninum pengar og rætti honum tí ein seðil, sum hann hevði uppi á sær. Hann gav sær ikki far um at hyggja eftir, hvat slag av peningaseðli tað var.
Unglingin helt fram við hóttandi atburðinum, og við knívinum í aðrari hondini kannaði hann og tømdi lummarnar hjá álopna manninum við hinari.
Síðani fór ákærdi avstað, oman móti Tórshøll aftur, har hann fór inn í ein taxabil. Nú sansaði hin álopni hvat var hent, og spenti aftaná. Komin oman til taxabilin kravdi hann pening og annað, sum unglingin hevði tikið frá honum, aftur.
Ákærdi sprakk úr bilinum og báðir til hendurs. Ein ung kvina, sum ákærdi hevði drukkið saman við í Tórshøll, var í taxabilinum, og tá hesir báðir tókust uttan fyri bilin, bað hon hýruvognsføraran um at koyra avstað. Hann so gjørdi.
Óður í politibilinum
Eftir hendingina fór hin álopni maðurin, sum segði seg hava drukkið einari 5-6 øl, inn í tórshøll at summa seg, og síðani ringdi hann eftir løgregluni. Ein patruljuvognur var nærhendis á Landavegnum, og hann kom skjótt á staðið.
Sum teir koma fram, stendur ákærdi mitt á vegnum og teir síggja, at hann kastar eitthvørt móti úthurðini á Tórshøll. Løgreglumeninir steðga og meðan annar tekur ákærda yvir hinumegin vegin, fer hin yvir til Tórshøll at tosa við tann, ið eftir øllum at døma hevur ringt eftir løgregluni.
Hesin peikar ákærda út sum mannin, ið hevur hótt við knívi, og teir báðir løgreglumenninir gerfa av at handtaka ákærda. Men tá gerst hesin í øðini, og meðan teir lata hann í handjørn, skallar hann høvdið inn móti vegginum undir hálvtakinum, har McGavern hárfríðkanarstovan heldur til.
Í bilinum á veg inn á løgreglustovuna er ákærdi frá sær sjálvum, og spýtir og roynir at skalla síðurútin út á bilinum. So óregerligur er ákærdi, at løgreglumaðurin, sum koyrir bilin, sær seg noyddan at kalla á støðina og biða teir vera klárar at hjálpa til, tá teir koma inn við ákærda.
Tríggir mans standa fyri teimum trimum monnunum, tá teir koma á støðina, og sambært tveimum politivitnum var tann handtikni so garrvillur, at tað stóð á hjá teimum fimm politistunum at fáa bilbukt við hann.
Hóttir við at drepa
Teir fimm politistarnir fáa baksað handtikna mannin í detentiónina, men har eru slett ikki líkindi at taka handjørnini av honum, so ørur er hann.
Teir halda honum føstum inntil læknin er komin á staðið og kann vátta, at maðurin er skikkaður at sita í brummuni. Hetta tók einar 50 minuttir, og alla hesa tíðina var maðurin í øðini og rópti og hótti politistarnar uttan um seg við bæði einum og øðrum.
Við hvørt sissaðist maðurin so mikið, at politistarnir hildu tað vera ráðiligt at taka handjørnini av honum, men so skjótt sum tað var hent, fór maðurin aftur at leika í, so løgreglan aftur mátti leggja hann í handjørn.
Soleiðis fór leikur fram, og hetta stóð við í einar tveir tímar, mettu løgreglumenninir.
Alla tíðina rópti og leikaði ungi maðurin í. Hann klóraði og beyt og spýtti, og einaferð sá hann seg serliga illan inn á tann eina politistin.
»Tú skal altíð spæla Karl Smart«, og »Bíða til eg sleppi leysur, so skal eg nakka teg og tína familju«, segði ákærdi beinleiðis vent móti tí eina politistinum.
Ákæruvaldið sær ógvuliga álvarsliga upp á bæði rán og upp á hóttanir móti løgreglumonnum, og tí mælti Hanna Vang, ákæri, eisini til, at dómurin skuldi ljóða upp á í minsta lagi 10 mðanaðir treytaleysa fongsulsrevsing.
Verjin, Fríða Patursson, mælti til, at dómurin skuldi liggja um teir 5-6 mánaðirnar treytaða revsing.
ADHD
Undir proseduruni kom fram, at hin ákærdi hevur sjúkuna ADHD, og at hansara gerandisdagur langt frá var optimalur, tá hugsað verðu rum sjúku og viðgerð.
Víst var á, at hann sjálvur hevði roynt at komi í viðgerð og at hann enntá hevði roynt at verði innlagdur á deild tvey fyrst í november, lítlan mánað áðrenn hendingin fór fram.
Eisini eftir at dómurin var fallin royndi verjin saman við mammu at tí dømda at ávirka revsingina soleiðis, at hann kom at sita á einum viðgerðarstovni.
Dómarin lat seg tó ikki ávirka í so máta, tí hann vísti á, at hetta var triði dómurin fyri harðskap, ið ákærdi er dømdur, og tað bar ikki til at blíva við at skjóta seg undir sjúkuna.
Unglingin var ákærdur fyri fýra punkt, rán og harðskap í Bøgøtu, harðskap uttanfyri Tórshøll – eitt punkt, ið tó varð slept – og fyri at hótta politistar eftir lívinum.
Dómarin, Jóannes Madsen, segði í grundgevingini fyri dómin, at um so var, at ákærdi ikki var dømdur áður, hevði slík ákæra kosta fýra mánaðir, men samanhildið við fyrri dómum og við hóttanunum móti politistunum kundi hann ikki døma annað enn átta mánaðir revsing, sum orsakað av álvaranum í ákærunum blivu treytaleysar.
Dómarin avvísti eisini umbønini hjá verjanum um at lata dømda leysan, meðan fyrireikingar fóru fram at fáa hann inn á viðgerðarstovn at sita revsingina av sær.
Dømdi skal tí oman aftur í varðhaldið at sita, inntil revsingin byrjar.
Verjin kærdi beinanvegin avgerðina inn fyri landsrættin.