Treytaður av løgtingssamtykt

Løgmaður metir seg als ikki hava brotið stýrisskipanarlógina

Í løgtinginum í dag bóru bæði Jákup Mikkelsen og Høgni Hoydal fram, at løgmaður hevði brotið stýrisskipanarlógina. Teir vildu vera við at hetta er hent tvær ferðir, bæði í samband við vitjanina í Russlandi í heyst og í samband við fríhandilssáttmálan við Turkaland.

Hvørgu ferðina hevur løgmaður verið hjá Uttanlandsnevndini til samráð, sum hann annars er bundin at gera, sambært stýrisskipanarlógini, vildu teir báðir løgtingslimirnir, sum eisini eru limir í uttanlandsnevndini, vera við. Jákup Mikkelsen er formaður í uttanlandsnevndini.

Les eisini Løgmaður hevur brotið lógina

Nú svarar løgmaður tó aftur. Hann sigur, at hann einans hevur gjørt eftir vanligari stjórnmálafrøðisligari siðvenju, tá hann hevur samráðst um ein fríhandilssáttmála við Turkaland. Fríhandilssáttmálin kemur nevniliga ikki í gildi, fyrr enn hann er góðkendur av løgtinginum. Hetta er skrivað í sáttmálan, eins og siðvenja er í tílíkum førum, sigur løgmaður.

- Løgtingið fær sostatt sáttmálan til støðutakan, áðrenn hann kann setast i gildi og løgmaður hevur sostatt ikki brotið stýrisskipanarlógina í sambandi við, at handilssáttmálin varð undirskrivaður við Turkaland, sum Jákup Mikkelsen, formaður í uttanlandsnevndini, hevur róð fram undir orðaskiftinum um uttanríkispolitikk í  tinginum í dag, eru boðini frá Løgmansskrivstovuni í dag.