Ein maður var í rættinum í seinastu viku ákærdur fyri at hava hótt onnur fólk og fyri herverk.
Hann hevði í tríggjar mánaðir í fjør hótt tvey fólk fleiri ferðir við lívinum. Annar persónurin varð hóttur bæði við sms-um, í telefon og andlit til andlits, og boðini vóru “tú eigur at vera bangin”, “tú livir ikki árið út”, “hann skal hava jarn í øllum kroppinum, eg havi keypt fólk til uppgávuna, ein, sum eitur NN við sjefara, “eg buki og knúsi teg sundur í fleiri petti”.
Við hitt fólkið segði tann ákærdi “nú er kríggj, eg buki (tann fyrr nevnda), so hann ikki er at kenna aftur, “eg havi tikið øll vápn í nýtslu og sett øll fólk til reiðar til kríggj.
Hesar hóttarnir fingu tey bæi hóttu fólkini til at bera ótta fyri lívi og heilsu.
Tann ákærdi noktaði seg sekan, men tvær telefonsamrøður við hóttanum vóru bandaðar. Tí hjálpti tí ákærda litið at nokta seg sekan.
Rætturin dømdi mannin sekan í hóttanunum. Hann varð eisini dømdur fyri herverk.
Líkt er til, at tann ákærdi síðan hevur lagt sítt lív um, tí maðurin slal við 30 daga treytaðari fongsulsrevsing. Hann má bara ikki gera nakað revsivert tvey tey næstu árini.










