Treytað frádøming nakað nýtt í ferðslulógini

Nakað heilt nýtt í ferðslulógini er treytað frádøming av koyrikortinum í sambandi við fyrstuferðarbrot undir serliga linnandi umstøðum.

Hetta merkir í stuttum, at lógbrótarin fær bót og ein treytaðan dóm í ávísa tíð. Brýtur hann lógina aftur í hesum tíðarskeiði í so stóran mun, at nýggja brotið minst gevur sama dóm, so fellur hamarin harðliga, tí endurtøkuavleiðingarnar eru, at bæði upprunaligi og nýggi tilburðurin verða lagdir sum grund undir treytaleysari frádøming. Treytað frádøming verður bert brúkt undir heilt serliga linnandi umstøðum, og tað verður upp til dómsvaldið at leggja støðið í tílíkum málum.