Treytaðan dóm fyri grovan kynsligan ágang

Ein 20 ára gamal maður er dømdur fyri grovan kynsligan ágang, men dómurin er treytaður, tí maðurin var undir 18 ár, tá hann framdi ágangin Longdin á dóminum varð ikki ásett, men maðurin skal vera undir eftirliti í tvey ár, sigur Føroya rættur. Ger hann nakað revsivert, verður málið tikið uppaftur og longdin ásett. Hartil er tann ákærdi dømdur at rinda endurgjald upp á 30.000 kr. og til at fara í sexologiska viðgerð.

Sambært Kringvarpinum fevndi ákæruritið um alt frá ?simpel blufærdighedskrænkelse til analt samleje?, sum skrivað stendur. Trý børn, ein genta og tveir dreingir, sum øll vóru yngri enn 12 ár, hava verið fyri brotsgerðunum. Ákæran fevndi um brot á tríggjar greinar í revsilógini. Maðurin varð funnin sekur í brotum á allar tríggjar greinarnar í forholdinum mótvegis øðrum dreinginum, sum nú er 11 ára gamal. Hinvegin varð hann ikki funnin sekur í ákærunum viðvíkjandi hinum báðum børnunum.

Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærum, men hann tók kortini við dóminum - tó við tí fyrivarni, at ákæruvaldið eisini góðtók dómin.