Treystleikin hevur mest at siga í kappróðri

Kappróður: Royndur róðrarmaður heldur, at treystleikin er týdningarmiklari enn teknikkurin og styrkin

Mesta kappróðrarprátið í ár hevur tíbetur verið um tað, sum hevur gingið fyri seg á sjónum og ikki á skrivaraborðinum.

Serliga nógva umrøðu hava Eysturoyingurin og sigrarnir hjá honum fingið. Teir hava verið óførir, og spurningurin, um tað er báturin ella manningin, sum hava verið so suveren, hava verið havdir á lofti.

Men tað er einki eindømi, at ein bátur vinnur so nógv og sannførandi, heldur ikki í kappingini millum 10-mannafør. Havnarbáturin var FM vinnari øll árini frá 1973 og til 1979, og onkur árini vunnu teir allar róðrarnar. Skálabáturin vann allar róðrarnar í 1993, og Nólsoyingurin vann allar róðrarnar bæði í 1985 og í 1989.


Báturin

Ein av teimum, sum hevur tikið lut í kappróðri í mong ár, er Hans Petur Weihe. Hann róði fleiri ár við Skálabátinum, og nú hevur hann í mong ár verið umborð á Havnarbátinum. Hann heldur, at tað skerst ikki burtur, at tað er ein fyrimunur at hava ein nýggjan bát:

? Ein nýggjur bátur er lættari enn hinir, í hvussu so er fyrsta árið. Í tungari aldu og mótvindi hevði tað ivaleyst verið ein bági, men higartil hevur Eysturoyingurin ikki havt vindin rættuliga ímóti, og tað fær hann heldur ikki innanfyri Molan í Havnini. Sámal Hansen hevur smíðað ein snøggan bát, sum hevur eitt sindur øðrvísi snið enn aðrar kappróðrarbátar, men eg veit ikki, um hetta hevur so stóran týdning fyri avrikini.


Ídnið

Men umframt tað, at báturin er nýggjur, hvat er tað so, sum ger, at Eysturoyingurin hevur verið so sannførandi higartil?

? Tað eru ivaleyst fleiri viðurskifti, sum spæla inn, og tað ber neyvan til at koma við nakrari einfaldari frágreiðing, men ídnið ella nærlagnið hevur nógv at siga. Tað hevur kanska verið lættari hjá Eysuroyinginum at vinna, tí tað hevur gingið verri hjá hinum bátunum. Havnarbáturin hevur ikki gingið so væl, sum hann t.d. gjørdi í fjør. Vit hava vant eins nógv, og vit hava lagt eins stóran álvara í, sum vit gjørdu í fjør, men tað hevur bara ikki riggað, og vit hava sjálvandi spurt okkum hví. Ein av orsøkunum kann vera, at vit alíkavæl ikki hava givið okkum so nógv, sum vit áður hava gjørt. Hetta er ótilvitað, og tað kemst kanska partvís av, at vit hava róð í mong ár og so at siga eru mettir. Tað er stórur munur á, um tú hvørt venjingarkvøldið leggur 95 prosent í ella um tú, um eg so má siga, leggur 102 prosent í.

? Umborð á Eysturoyinginum tykist ídnið og nærlagnið at vera í topp, og tað sæst aftur í úrslitunum. Eg haldi, at í kappróðri hevur treystleikin meiri at siga fyri úrslitið, enn teknikkur og styrki hava. Tað eru ikki altíð teir, sum rógva vakrast og sum eru sterkastir, sum vinna.

Tað vil siga, at tú heldur, at tað ber ikki til at rógva í fleiri ár og vera eins væl fyri?

? Tað ber neyvan til at generaliserað, men eg haldi, at hjá okkum man hetta vera ein av orsøkunum til, at tað ikki hevur gingið, sum tað onkuntíð hevur gjørt.


Serligt róðrarlag

Hans Petur Weihe heldur ikki, at venjingin umborð á Eysturoyingi hevur verið so nógv øðrvísi enn umborð á hinum 10-mannaførunum:

? Teir venja intervallir, og tað gera flestu bátarnir í dag. Í fyrstuni verður róð langar teinar, men tá norðoyastevnan nærkast, verður givist við hesum, og tað er sjáldan, at nakrar rør langar teinar ella málið undir venjing, tá kappingarárið er í hæddini.

Hans Petur Weihe hevur lagt til merkis, at teir umborð á Eysturoyingi rógva ógvuliga títtan eisini á 2000 metrum.

? Tá Skálabáturin var í hæddini, róðu teir ógvuliga seiðan og tóku 34 stór tøk um minuttin. Teir umborð á Eysturoyingi taka 46 tøk um minuttin, og tað er sera nógv. Men teir tykjast hava orku til tað, og báturin gongur stak væl hjá teimum.