UMMÆLI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Trentemøller bjóðaði í ball, og fólki tók av. Á pallinum hevði danin, sum er garantur fyri góðum house- og elektronisku tónunum, eini 15-20 fólk. Ikki tónleikarar, men bara púra vanligar føroyingar, sum drukku og hugnaðu sær.
Harvið hevði Trentemøller tryggjað feitan diskotekstemning á pallinum. Saman við tí, og fantastiska gjøgnumførdu tónunum, var eisini feitur diskotekstemningur á vøllinum frammanfyri pallin.
Deiliga uppbýtt
Lagið var eisini gott longri afturi á vøllinum. Tey, sum bara vildu hoyra, hvat hesin danin við borgarliga navninum Anders Trentemøller Andersen hevði at bjóða, stóðu nakað aftri, meðan tey, sum kendu tónarnar og bara vildu flippa út og njóta tað, stóðu heilt fremst.
Frálíkt, at tað er pláss fyri øllum bólkum, og at tað ikki er neyðugt at kroystast og kleimast fyri at hoyra forkunnugan tónleik. Og forkunnugur er Trentemøller sanniliga.
Trentemøller er eitt av størstu nøvnunum, sum vitja í Føroyum í summar. Og lat tað vera sagt beinanvegin. Trentemøller hevði eisini eina framførslu, sum verður ógvuliga ring at taka hjá øðrum bólkum.