Kunningarstovan í Runavík hevur aldri upplivað so stóra undirtøku við tiløkunum, sum tey hava skipað fyri og selt billettir til í desember mánaði, sum í ár.
Rannvá Troest, sum starvast á Kunningarstovuni í Runavík sigur, at hon metir, at tað er komin trendur í at hugna sær.
? Vit merkja týðuliga at fólk fara út at hugna sær, í staðin fyri at stressa, sum tey kanska hava gjørt undanfarin ár, sigur Rannvá.
Gott samstarv
Eina góða orsøk til tað heldur hon vera, at øll tiltøkini hava verið sera væl fyrireikað í ár.
? Tað hevur verið eitt sera gott samstarv ímillum kommununa, Handilsmiðdepilin, handlarnar og Kunningarstovuna, bæði hvat viðvíkur vinnuligum tiltøkum, men eisin viðvíkjandi mentanarligum tiltøkum. Vit hava samstarva fyrr, men tað vísir seg, at tað tekur fleiri ár at byggja eitt tílíkt tiltak upp, soleiðis at fólk tíma at koma, greiðir Rannvá fra, at staðfestir, at tað liggur eitt stórt arbeiði í hugnaliga desember mánaðinum.
? Tá vit høvdu langan leygardag vóru sera nógv fólk. Tá komu eisini jólamenninir koyrandi á brandbilunum, og bara her í Runavík savnaðu teir 1000 fólk. Eg veit eisini , at teir vóru sera væl móttiknir alla staðni runt um í Eysturoynni, greiðir Rannvá frá.
Konsertir
Rannvá sigur, at tað, sum kanska yvirraskaði tey mest, var sera væleydnaða tiltakið, sum Symfoniorkestrið skipaði fyri.
? Vit vóru eitt sindur skeptisk, tí tað skuldi vera inni í eini høll. Men tá avtornaði seldu vit 300 atgongumerki í forsølu, og inni í høllini vóru tilsamans 450 fólk, sigur Rannvá.
Hon sigur, at ljóðgóðskan var sera góð, og at Symfoniorkestrið lingu hevru umbiðið høllina aftur komandi ár, til eitt líknandi jólatiltak.
Eisini hava ymiskar aðrar konsertir verið runt um í Eysturoynni, millum annað var ein í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, við Atlantic Songbirds, ið varð útseld.
Veðrið ávirkar
Eitt, sum tó kanska ikki hevur verið heilt eftir vild hendan desember mánaðin, er veðrið. Og tað hevur eisini havt sína ávirkan.
? Ætlanin var, at jólaskipið skuldi leggja at týsdagin, men tá var ikki hugsingur um at leggja nakað skip fyri veður. So tað mátti útsetast til mikudagin í staðin. Men slíkar seinkingar má man bara smyrja seg við, tá man býr í Føroyum, sigur Rannvá at enda flennandi.