Tað hendir av og á, at eitt skip verður tikið eina ferð fyri ólógligan fiskiskap ella annað brot á veiðireglurnar, men tað man vera sjáldsamt, at sama skip verður tikið fleiri ferðir.
Men portugisiski trolarin Praia de Santa Cruz er eitt undantak í so máta. Um vikuskiftið kom eitt norskt vaktarskip inn til Tromsø við trolaranum, tí hann hevði fiskað meiri við Svalbard, enn hann hevði givið upp.
NTBs skrivar, at Praia de Santa Cruz varð tikin seinasta heyst, og at tað var heldur ikki fyrstu ferð. Í fjør fekk skipið fýra milliónir krónur í bót, men tað var eftir øllum at døma ikki nóg mikið.