Talan er um leikarar sum Wayne Bridge, Shaun Wright-Phillips og Joleon Lescott, sum allir hava spælt á enska landsliðnum seinastu tíðina. Hetta vita enskir miðlar at fortelja. Tað er keypini av David Silva, Yaya Toure, Alexander Kolarov og Jerome Boateng, sum leggja til grundar fyri útreinsanini.
Aðrir leikarar, ið eru nevndir eru, Craig Bellamy, Stephen Ireland, Roque Santa Cruz, Jo og Filipe Caicedo. Manchester City hevur í løtuni 39 leikarar í Premier League hópinum og tað er eitt óhoyrt høgt tal.
Hóast Manchester City eru væl dekkaðir á málmans økinum, so hevur felagið ongan hug at sleppa sær av við føroyska landsliðsmálmannin, Gunnar Nielsen. So seint sum í seinastu viku longdi hann sáttmálan við felagið, so hann fevnir um tey bæði komandi árini. At tað er trongt á málsmans økinum hevur ført við sær, at Gunnar er útleigaður til Tranmere Rovers, sum spælir í triðbestu deildini í Onglandi.