Á Svangaskarði á Toftum er nýggj vøggustova og lutfalsliga nýggjur barnagarður, men hóast her er við at gerast trongligt, er einki barn á bíðilista í kommununi.
Nú arbeitt verður við at dagføra frítíðarskúlan, sum húsast á Brekkukletti, verða eisini tvær stovur bygdar aftrat frítíðarskúlanum.
Nýggju stovurnar skulu hýsa elstu barnagarðsbørnunum, sum soleiðis kunnu halda fram í frítíðarskúlanum, tá tey fara í skúla. Frítíðarskúlin í Nes kommunu tekur annars ímóti børnum til og við 2. skúlaflokk.
At frítíðarskúlin eisini fær tvær barnagarðsstovur aftrat, fer at lætta um trýstið í sjálvum barnagarðinum.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at støða verður seinni tikin til, um báðar tær nýggju barnagarðsstovurnar skulu innrættast beinanvegin – ella, um tað verður nógmikið við aðrari stovuni fyrst.








