Útreiðslukarmar mugu setast

Ávaringarlampurnar hava blunkað í føroyska fótbóltsheiminum í fleiri ár, men higar til hava hesar í stóran mun verið púrasta ignoreraðar

Ítróttarklumma

 

Sum tað er nevnt aðrastaðni á hesum síðum, so er fótbóltsfelagið B36 komið í stórar fíggjarligar trupulleikar.

Enn er ikki greitt, um felagið megnar at finna eina loysn á sínum trupulleikum, men tað stendur samstundis rimmarfast, at talan als ikki er um einasta fótbóltsfelag, sum er komið í fíggjarligar trupulleikar.

Ein stórur trupulleiki í føroyskum fótbólti seinnu árini hevur verið, at fleiri av feløgunum als ikki hava tikið atlit til inntøkurnar, tá útreiðslukarmurin er settur. Hóast fá tøl eru almenn, so hevur tað støðugt ljóðað, at talan hálva vegna hevur verið um lønarveitslu hjá spælarunum, tá feløgini í eini fyrilitarleysari kappbjóðing hava roynt at styrkt sær um hópin.

Hjá summum teirra hevur gularótin verið mongu sveisarafrankarnir, sum streyma til føroyameistaran úr UEFA-kassanum, men tað er trupult at finna sær meira enn tann eina meistaran, og tí er sviðurin meinur, um gullið ikki kemur til høldar á hvørjum ári. Og tað í sjálvum sær er nú eisini serstakliga trupult, tá tað á hvørjum ári eru 10 um boðið.

Skulu feløgini sjálvi tackla trupulleikan, er neyðugt, at hesi fyrst og fremst byrja at hugsa longur enn bara um dagin í dag. Tað hava tey ikki megnað higartil, og tí er spurningurin, um Fótbólssambandið ikki eigur at gera greiðar reglur fyri, hvussu hart eitt felag kann spenna seg fíggjarliga. Til dømis við áseting um, at bert ein ávísur prosentpartur av inntøkunum kann nýtast til spælaralønir, ella at skuldarbindingin ikki má vera størri enn ein ávísur partur av eginognini.

Verður hetta ikki gjørt, er avleiðingin heilt víst, at fleiri av feløgunum koma í svára fíggjarneyð. Og tað verður ein støða, sum ikki tænir nøkrum endamáli í føroyskum fótbólti.