Treff - hugni

Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Málráð
frá Orðafragd

Fleiri lýsingar vóru herfyri at síggja í einum blað, ið verður borið í hvørt hús í Før­oy­um, við orðinum “Báta­treff” við stórum stav­um. Orðið “treff” hevur sítt støði í danska orðinum “træf”; orðið verður brúkt um tað at fólk koma saman, ið hava felags áhuga, t.e. eitt slag av stevnu.

Eg havi spurt meg fyri, hví ikki man bera til at nýta orð­ið “bátastevna”. Eft­ir hvat eg havi fingið upp­lýst, er hetta ein øðrvísi sa­m­koma, tí her verður minni gjørt burturúr enn á bát­a­stevn­um. Tá ið tað snýr seg um áð­u­rnevnda “treff”, koma bátarnir bara saman at hugna sær, syngja nakrar sangir o.tíl.

Tá eg ið fór at neyvlesa blað­ið, sást, at borgarstjórin í hesi kommunu, ið skipar fyri, verður endurgivin fyri at at nevna hetta fyr­i­brigd­ið “bát­a­hugni”. Hann sig­ur: “Vit hava ikki ein fest­i­val, ei heldur eina bát­a­stevnu (...). Hetta er snøgt sagt bátahugni (...)” . Og aðrastaðni sigur borg­ar­stjór­in sera skilagott “Vit vó­na, at nógvir bátar koma við til bátahugnan, sum vit nú skipa fyri”.
Tískil er at undrast á, at fýra stórar lýsingar við orði­num “Bátatreff” eru í hes­um blað.

Vónandi kunnu tey, ið seta lýsingarnar upp, veita ráð og mæla frá at nýta orð­ið “treff”, men heldur orðið “hugni”.
Orðið “treff” kemur javn­an fyri í øðrum sambondum, t. d. “bindi­klubb­a­treff”. Her skuldi eisini borið til at nýtt orðið “hugni”, t.e. bind­i­klubba­hugni, ið eisini er vakr­ari og bæriligari orð. Í øðrum førum kundi orðið t.d. “-prát” ella “-ting” verið nýtt, um mett verður, at “hugni” ikki hóskar.