Travel Channel og Danny Robins á G!

Nógvir fjölmiðlar vitja í Föroyum um dagarnar og í dag kemur navnaframa sjónvarparásin Travel Channel til Föroya. Travel Channel er ein altjóða rás, ið verður varpað út um allan heim. Heili 3,5 milliónir vitja heimasíðuna hjá ferðavinnurásini árliga. Á Föroyaferðini vitjar kendi skemtarin Danny Robins www.dannyrobins.com . Danny arbeiðir eitt nú hjá BBC og Travel Channel. Hann er úr Onglandi og hann virkar sum skemtari rithövundi, miðlafólk og eisini sum DJ.

 

 

 

Hetta er fyrsta ferðin hjá Travel Channel í Föroyum og ætlanin er at gera tvær sendingar; eina ferðavinnusending og eina um tónleik og G! Festivalin. Harafturat ger Danny eisini eina sending fyri BBC. Travel Channel vitjar í dögunum 7. – 16. juli. Hetta visti heimasíðan hjá G! at siga frá í gjár.