Virgar T. Dalsgaard
Tað má fara glerkalt niður eftir bakinum á javnaðarløgmanninum, Jóannesi Eidesgaard í dag, nú hann í bløðunum verður róstur og herðaklappaður, ikki bara av einum innantómum handilsdrongi í Havn, harra Pouli Mikkelsen, men eisini av betongdronginum, harra Høgna Hoydali, formanni fyri tjóðveldismeinigheitini.
Einhvør formaður í javnaðarflokkinum hevur til henda dag ikki ynskt nakrar rósur frá slíkum fólki, og sum Petur Mohr Dam, sáli plagdi at taka til, at so leingi tjóðveldismenn spiltu hann út, visti hann, at politikkur hansara var bæði rættvísur og skilagóður, og hann ynskti ikki at uppliva tann dag, har teir ábyrgdarleysu smokkuleggarnir í tí flokkinum róstu sær fyri nakað sum helst. Tað hevði verið verri enn at verið fevndur av lummatjóvum!
Men tað er ikki løgið, at hesir báðir politisku charlatanar skammrósa løgmanni, tí ætlar løgmaður, sum Dimmalætting boðar frá, at beina fyri blokkinum, beinir hann samstundis fyri teimum pengaveitingum, sum Javnaðarflokkurin við Petur Mohr Dam á odda bardist fyri at fáa føroyska fólkinum í 1958, og tað legði lunnarnar undir modernaða føroyska vælferðarsamfelagið.
Hetta vórðu oyramerktir pengar til social mál, sjúkrahús v.m.. Seinni hava fólk við bókhalds-skriða tikið hesar pengar út av teimum røttu socialu konti og sett tær í ein blokk.
Men hetta høvdu tey ongan moralskan rætt til. Blokkpengarnir vóru skaffaðir til føroyska samfelagið til ávís endamál, og tað er tí næstan stuldur, tá ið politikkarar og embætismenn seinni hava sett blokkin fyri seg og brúkt hann til heilt ”onnur endamál”.
Tað er púra óforstáiligt, at ein javnaðarløgmaður, uttan at tað hevur verið viðgjørt á landsfundi,
fer út og proklamerar, at blokkurin skal skerast niður við so stuttum skotbrái sum átta ár. Tað vil siga, at javnaðarfólk skullu noyðast at svølgja tann herskna bita, at júst tann peningur, sum javnaðarflokkurin bjargaði ´Føroyum, - henda hartvunna peningaliga rættin, skullu vit nú, sum forkelaðir smádreingir blaka danskarum aftur í høvdið. Hvat er hetta fyrio politikkur? Hettta kann jú, sum frá líður, gerast ein social katastrofa. .
Vit fingu hesi socialu rættindi frá Danmark í 1958 . Menn mettu tá, at føroyska samfelagið var eitt so orkulítið veiðumannasamfelag, at tað aldri kom at orka ta socialu ábyrgdina, tí fíggjarmegin var for lítil millum færri enn 100.000 íbúgvar.
Hetta faktum er enn meira galdandi í dag, enn tað var tá. So hetta kann gerast tann tunga leiðin aftur í feudalu olmussutíðina hjá Jóannesi Patursson, óansæd hvat tann kommercielli filosoffurin, harra Poul Michelsen mátti kunna koma við av naivum tvangstankum, fyri ikki at tosa um betongdrongin, sum dugir líka illa at rokna sum Poul.
Vónandi meinti tú, Jóannes løgmaður, ikki tíni orð, soleiðis sum hesir báðir ábyrgdarloysingar hava fata tey! Vit javnaðarfólk bíða spent eftir svari, tí nú stendur á gomlum nøglum!