Í Listaskálanum varð boðið til tíðindafundar í morgun. 15 av teimum 23 listafólkunum, hava fingið síni verk við á framsýningina, sum hevur fingið evnið samleiki.
Serligur gestur á Várframsýningini er Dennis Agerblad. Hini eru Anna Katrina Højgaard, Ólavur Sverri Trónd II Thorsteinsson, Herdis Solveig Jakobsen, Rannvá Holm Mortensen, Marjun Jóanesardóttir, Guðrið Poulsen, Jóannes Lamhauge, Ellis K. Mortensen, Bárður Eklund, Bárður Oskarsson, Ole Wich, Nicolina Højgaard, Rakul Skaale, Pól Skarðenni og Annika Hansen. Framsýningin er sett saman av málningum, foto, leirlist og eini installatión. Sum nevnt er evnið samleiki, og er tí einki landslagsmotiv at finna millum innkomnu verkini. Fýra av listafólkunum hava ikki verið við fyrr, og fleiri hava latið verk inn, sum bróta frá stílinum, tey annars eru kend fyri at arbeiða við. Ein av hesum, er Pól Skarðenni, ið hevur nøkur forvitnislig verk við á framsýningini.
Trash Drag
Dennis Agerblad stendur fyri tí mest sermerktu framsýningini. Hann hevur fingið gott pláss at breiða seg út í høllini, og hevur á fýra snórum hongt upp stykkir av nylonsokkum, hann hevur brúkt gjøgnum árini sum tónleikari og framførari. Í miðdeplinum stendur ein brúðarkjóli, ið er svartur niðast av skitti, frá tí hann hevur gingið í honum eftir gøtunum í Keypmannahavn. Hann er eisini litaður við reyðum, sum um okkurt er stoytt á kjólan.
- Hendan brúktu vit, tá vit tóku upp mítt nýggjasta videolag. Tá skuldi ein transvestittur koma inn við eini skál av bromberum, missa tey niður á kjólan, og so skuldu nakrir aðrir transvestittar slikka tað av, greiðir Dennis Agerblad frá.
Eftir veggunum hanga kjólar og blusir, hann gjøgnum árini hevur nýtt til sínar mongu konsertir og trash drag veitslur,
- Trash drag er veitsla fyri transvestittar, sum ikki bara vilja vera vøkur, og syngja aftur við karaoke tónleiki. Vit gera okkara egna tilfar, skriva egnar sangir og løg. Onkran av kjólunum, eg havi við á framsýningini her, havi eg eisini gjørt sjálvur.
Á vegginum hanga málningar, hann hevur gjørt av sær sjálvum. Niðri undir málningunum liggja klæðini, hann hevur verið í, tá málningarnir vórðu málaðir.
Aðrar kanalir í listini
- Orsøkin til at vit hava valt at bjóða Dennis Agerblad við á framsýningina, er tí at hann er serfrøðingur í samleika. Harafturat er hann undirumboðaður í Føroyum, sigur Ole Wich, annar av fyriskiparunum.
Saman við Rannvá Holm Mortensen hevur hann sett Várframsýningina í Listaskálanum saman. Freistin at lata inn verk til várframsýningina, var 28. februar. Tey lata væl at innkomnu verkunum, ið umboða samleikan øgiliga breitt.
- Ikki ein landslagsmynd kom inn. Vit halda, at við at hava eina slíka framsýning sum hesa, kunnu vit lata upp fyri øðrum kanalum í listini, sigur Rannvá Holm Mortensen.
Listin talar fyri seg. Tað verður ikki hongd nøkur frágreiðing upp saman við verkunum, og er tað upp til hvønn einstakan at meta um samleikan í ymsu verkunum, ið umfata myndlist, foto, leir og eina klædnainstallatión. Meðan okkurt listafólk setir tað føroyska og danska upp í móti hvør øðrum í síni roynd at lýsa samleikan, hevur onkur valt at seta fokus á kvinnuligheitina. Í summum førum er samleikin eitt sindur torførari at fáa eygað á. Fotoframsýningarnar ímynda eisini samleikan á ein áhugaverdan hátt, og er framsýningin avgjørt eina vitjan verd.
Fernisering verður fríggjadagin klokkan 17.00, og verður Várframsýningin hangandi fram til 12. apríl.