Synarchy spælir thrash-metal og eitt lyklaorðunum innan hetta slagið av tónleiki er skjótleiki og ´tightness´ (at spæla ´tight´, at fáa tingini at sita væl ). Tað gongur við rúkandi ferð, og tí krevur tað konsentratión og neyvleika frá hvørjum einasta limi. Men inn í millum var spælið ikki nóg neyvt hjá Synarchy, og tað heila kendist eitt sindur kaotiskt akkurát tá. Men sum heild spældu teir væl, og tá koyrdi tað eisini, sum tað skuldi.
Eg havi serliga hug til at nevna forsangaran Leon Hansson, sum eg haldi hava stórt potentiali. Hann hevur eina útstráling, ið ein forsangari má hava. Hann hevur lætt við at skifta millum at growla/brøla og yvir í sang, og gjørdi hann eisini nógv av hesum. Bæði at growla og syngja ger hann, eftir mínari meting, rættiliga væl, hóast tað framvegis ikki heilt er á sama støði sum hjá Mikkjali úr SIC. Men Leon mennir seg í hvørjum og spennandi er at vita, hvar hann er um nøkur ár.
Hóast bólkurin hevur ymiskt at arbeiða við (hvør hevur ikki tað?), so síggi eg nógv spennandi í Synarchy og teirra tónleiki. Framtíðin sær spennandi út hjá teimum.
At eg var millum best egnaðu fólkunum á redaktiónini til at ummæla Synarchy, sigur eitt sindur um støðuna innan ummælaraøkið. Metal ummælarar eru ein trotvøra innan føroyskan tónleik, og tað er ikki bara her í Miðlahúsinum, at tað er so. Persónliga havi eg aldrin lisið eitt ummæli, ið er skrivað av einum føroyskum metalhøvdi nakrantíð! Vónandi kemur onkur skjótt, ið kann geva metalbólkum virðilig ummæli.