Trapputing í kvøld um Fólkakirkjuna

Yvirtøkan av Fólkakirkjuni er evnið á Trapputinginum í Miðlahúsinum í kvøld kl. 20. Ætlanin er m.a. at skifta orð um, hvat føroyingar vilja við tí yvirtiknu kirkjuni.

Ovastu myndugleikarnir í kirkjuni hava ikki mett, at teir altíð hava verið nóg væl við í gongdini. Ikki minst hevur verið fýlst á, at ikki alt lógarverkið verður liðugt á ólavsøku, tá ætlanin er at yvirtaka kirkjuna, og hetta verður tikið upp á fundinum í kvøld.

Ein annar spurningur, ið ætlanin er at viðgera á Trapputinginum, er, hví vit yvirhøvur skulu yvirtaka kirkjuna, tá sagt verður úr Mentamálaráðnum, at ætlanin er, at bygnaðurin skal broytast minst møguligt. Eisini verður spurt, um tann evangelisk-lutherska læran framvegis er vard av donsku grundlógini, ella verður hon framyvir bert staðfest við løgtingslóg, sum 17 tingfólk kunnu broyta?

Og er tað yvirhøvur ein dygd, at so nógv fólk arbeiða sjálvboðin í kirkjuni, ella hevði góðskan á t.d. urguspæli og sálmasangi verið betri, um lønt fólk stóðu fyri hesum í kirkjunum kring landið?

Ætlanin var at fáa avvarðandi landsstýrismann á økinum, Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra, at vera við pallborðið, men hetta lá tíverri ikki fyri hjá honum. Í staðin fer Poul Michelsen, limur í politiska fylgibólkinum, at umboða samgonguna. Hinir luttakararnir verða Annita á Fríðriksmørk, andstøðutingkvinna og limur í politiska fylgibólkinum, Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, og Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgibólkinum.

Annars verður høvi hjá fundarfólkinum at koma við sjónarmiðum og spurningum. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.