28 írskir fótbóltsspælarar hava fingið boð um at møta til fyrireikingarnar í sambandi við, at Írland næstu vikurnar skal spæla fýra landsdystir. Vinardystirnir eru 29. mai ímóti Onglandi, 2. juni ímóti Georgia og 11. juni ímóti Spania.
Hóast mótstøðutjóðin er lægri styrkismett enn omanfyri nevndu fótbóltstjóðir, so er einki at ivast í, at tann landsdysturin, sum írar mest av øllum ætla sær at vinna, er tann í Dublin ímóti Føroyum fríggjadagin 7. juni, tí tá verður talan um HM undankappingardyst.
Giovanni Trapattoni, italiumaðurin við írska stýrisvølin, hevur givið hesum 28 landsliðsboð:
Málverjar:
Keiren Westwood, Sunderland
David Forde, Millwall
Darren Randolph, Motherwell
Verja:
John O`Shea, Sunderland
Sean St Ledger, Leicester City
Stephen Kelly, Reading
Paul McShane, Hull City
Darren O`Dea, Toronto FC
Séamus Coleman, Everton
Marc Wilson, Stoke City
Damien Dalaney, Crystal Palace
Richard Keogh, Derby County
Miðvøllur:
Aiden McGeady, Spartak Moscow
Glenn Whelan, Stoke City
Paul Green, Leeds United
James McCarthy, Wigan Atletic
James McClean, Sunderland
Robbie Brady, Hull City
Wes Hoolahan, Norwich City
David Meyler, Hull City
Jeff Hendrick, Derby County
Anthony Pilkington, Norwich City
Álop
Robbie Keane, Los Angeles Galaxy
Shane Long, West Bromwich Albion
Andy Keogh, Millwall
Simon Cox, Nottingham Forest
Jonathan Walters, Stoke City
Conor Sammon, Derby County
Føroyska liðið ímóti Írlandi og Svøríki verður úttikið sunnukvøldið, tá ið Lars Olsen fer at boða frá, hvørjar 21 hann vil hava við til Írlands og Svøríkis. Seinastu ferðirnar hava teir verið nítjan í ferðalagnum - tríggir málverjar og sekstan útispælarar. Umframt hesar nítjan vera hesa ferð Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson við í ferðalagnum niður til Dublin, hóast teir báðir eru leikbannaðir í uppgerðini ímóti Írlandi. Teir verða tó tøkir, tá ið Føroyar fara at spæla í Stokholm.