Trappan verður klár

Nýggja trappan í Vágsbotni verður klár, tá Voxbotn verður hildið um 25 dagar

 

Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at nýggja trappan í Vágsbotni skuldi standa klár, tá tonleikatiltakið, Voxbotn, fer av bakkastokki tann 27. juni.

 

Nú staðfestir Tórshavnar Kommuna, at trappan verður klár.

 

- Sp/f Andrias Berg og hansara menn eru byrjaðir at leggja trapputrinini av nýggju trappuni í Vágsbotni, sum skal takast í nýtslu til Voxbotn-átakið. Heilt liðugt verður alt økið kortini ikki fyrr enn til ólavsøku, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.