Transocean Rather borar aftur við markið

BP skal brúka pallin at bora William í summar – óvissa um hann verður klárur tá, nú bæði veður og óhapp hava tarnað stóru boriætlanini hjá Chevron

Eftir ein steðg í boringini í sambandi við, at veitingarskipið Bourbon Dolphin koppaði og seinni sakk, hevur boripallurin ”Transocean Rather” nú sett borin í aftur undirgrundina á Rosebankleiðini, skamt frá føroyska markinum. Portalurin skilur frá oljukeldum í Aberdeen, at nú verður so farið undir at bora henda næsta av trimum avmarkingar- og metingarbrunnum á stóru oljukelduni Rosebank, sum verður mett at verða eitt lønandi fund. Chevron, sum er fyristøðufelag, hevur verið sera óheppið við hesi stóru boriverkætlanini á Atlantsmótinum, fyri tað mesta orsakað av ringum veðri allan vetur. Fyrsti brunnurin varð nógv seinkaður, men góðu leysatíðindini vóru so tey, at úrslitið av boringini var gott.


Nú er so farið undir næsta brunnin, og stórur spenningur er í oljuvinnuni, um hesin fer at hilnast eins væl og tann fyrsti. Tá hesin er liðugt boraður um 1 til 3 mánaðir, verður farið at bora tann seinasta brunnin á Rosebankfeltinum. Tað kann væl henda, at henda boriætlanin verður ikki liðug fyri enn út á heystið ella seinni í ár, og tað kann koma at ávirka boringina hjá BP á føroyska landgrunninum, sum er sett til at vera í summar. BP skal nevniliga brúka sama boripallin, Transocean Rather.


Stjórin í BP, Hjarnar Djurhuus hevur sagt, at teir fyribils fylgja upprunaligu ætlanini, men Portalurin veit frá keldum, at tað skal ganga ómetaliga væl í hond hjá Chevron, skal BP fáa boripallin í summar ella entá í heyst. Og her kann so óhappið við veitingarskipinum spøkja aftur. Transocean er ein sokallaður akkersriggur, tvs. at hann verður festur fastur í havbotnin við akkerum. Seinasta óhappið á Rosebankfeltinum, sum nettupp varð orsakað av akkersketum, kann gera, at oljufeløg í framtíðini heldur velja at brúka boripallar, sum halda seg á kósini við egnari motororku heldur enn at brúka akker. Um so er, at BP ikki fær pallin fyrr enn úti á heystið ella í vetur, tá ódnirnar aftur herja, kann tað hugsast at vera sera ivasamt, um felagið torir at byrja eina boring við nettupp einum sokallaðum akkersriggi siga keldur í oljuumhvørvinum. Tá er heldur hugsandi, at felagið bíðar við at bora til næsta vár ella summar.


Spennandi ENI boring

Umframt Williambrunnin hjá BP stendur eisini Anne Marie brunnurin hjá ENI á komandi boriskránni á føroyska landgrunninum. Hesin brunnurin verður boraður næsta summar og liggur hann tættari upp at markinum millum Føroyar og Bretland. Oljukeldur Portalurin hevur tosað við siga, at sannlíkindini at gera eitt fund á landgrunninum á hesum báðum komandi boriætlanunum er størri í loyvinum hjá ENI. Hesin brunnurin liggur nevniliga nærri øðrum kendum brunnum, sum eru boraðir beint hinumegin markið í bretskum øki, har olja er funnin. Jarðfrøðin er tí betri kend her og hevur ENI tí aðrar brunnar og jarðfrøði at halda seg til. Williambrunnurin hjá BP liggur sera langt burturi frá kendum brunnum og er eins og Brugdan ein sera váðiligur brunnur. Tað positiva við William í mun til Anne Marie er tó, at struktururin í undirgrundini, har vónir eru um at raka við olju, er sera stórur.


Cambo

Sum skilst verður framvegis arbeitt við at finna boripall til at bora tveir avmarkingar-og metingarbrunnar á Camboøkinum bretsku megin markið. Amerada Hess, sum í síni tíð var sera virkið í Føroyum, er fyristøðufelag. Portalurin skilur, at nógvir boripallar vera tøkir seinni í komandi ári, her eisini boripallar, sum ikki skulu festast í havbotnin við akkersketum. Ein vanlukka vestan fyri Afrika nøkur ár herfyri, har bæði veitingarskip og manning hvurvu í havsins dýpi og nú hendingin við Bourbon Dolphin hava givið oljufeløgunum, sum bora á stórum dýpi og í veðurringum økjum, nakað at hugsa um. Roknast má við, at feløgini í framtíðini fara at leggja seg eftir at brúka nútímans boripallar og boriskip, sum sjálvi halda seg á kósini við framkomnari tøkni.


Chevron, sum er eitt tað mest virkna oljufelagið á Atlantsmótinum, hevur latið byggja eitt sera framkomið boriskip og ein boripall, sum skulu standa fyri eini stórari boriverkætlan á Atlantsmótinum í 2008 og 2009, her eisini í Føroyum. Felagið hevur nevniliga tørv á nógvari boriorku komandi árini um so er og hvat útlit eru til, at Rosebank er lønandi og skal útbyggjast. Haraftrat er Chevron fyristøðufelag fyri fleiri loyvi á bretskum øki, framvið føroyska markinum, sum skulu borast komandi árini. Eisini hevur felagið fyrr sagt frá, at tað fer at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum í 2008 ella 2009. Hesin verður boraður nær markið stutt frá Rosebankkelduni. Á oljuráðstevnuni Offshore Faroes herfyri varð greitt frá, at einir 7 leitibrunnar verða boraðir vestan fyri Hetland komandi tvey árini. Umframt Chevron eru feløg sum OMV og Dong sera virkin. Tað ljóðar, at heimsins størsta oljufelag, ExxonMobile, sum áður hevur verið sera virkið á Atlantsmótinum men seinni tók seg aftur, nú er farið at vísa áhuga fyri økinum aftur. Møguleiki er fyri, at felagið eins og onnur feløg fara at sneyta til boringina hjá ENI og velja at ”farma” inn tvs. keypa seg inn í tann brunnin, har ENI hevur ein lutvíst stóran part saman við Føroya Kolvetni. Hugsast kann at ENI fegið vil spjaða váðan.


© Jan Müller - Sosialurin