Transit: nýtt videolag frá Petur Pólson

Miðlabreytin í 10. flokki á Miðvágs-Sandavágs skúla hevur gjørt eitt videolag til heitislagið av fløguni "Transit" hjá Petur Pólson, sum kom út í fjør

 

Transit varð skrivað í einum bussi í Íslandi, tá Petur var námsferð saman við 8. flokki og flokslærara teirra, Finnur Joen-Jacobsen. Árið eftir, tá hesi gingu í 9. flokki, varð fløgan útgivin og nú tey ganga í 10. flokki. Í ár hava tey miðlabreyt, har lærarin er Finnur Joen-Jacobsen, og har hava tey framleitt eitt videolag til "Transit".

 

Næmingarnir hava sjálvir staðið fyri øllum; leikstjórn, redigering, upptøkum og eftirviðgerðini. Tað eru tey 4: Allan Sonny Joensen, Sunneva Gaardlykke, Laila Christiansen og Eva Johansen, sum standa aftanfyri sjónbandinum.

 

Petur Pólson: Transit

 

www.youtube.com/watch