Tranmere bank uttan skaddan Gunnar

Venjarin hjá Tranmere, Les Parry, var tó ikki ónøgdur við hugburðin hjá leikarunum og helt fyri, at liðið hevði spælt væl til tíðir.

 

Gunnar Nielsen er framvegis skaddur, men vónar og væntar at kunna byrja at venja í vikuni. Hann hevur havt ein minni fibur skaða.

 

- Eg føli einki nú, men læknarnir ráddu mær til at bíða eitt sindur enn, so skaðin ikki kemur aftur, sigur Gunnar Nielsen í telefonini úr Manchester.

 

Gunnar er leigaður út frá Manchester City til Tranmere Rovers, ið spælir í Legue One, sum er triðbesta deildin í Onglandi.

 

- Eg vóni og vænti, at eg kann byrja at venja í vikuni, sigur Gunnar Nielsen.

 

Komandi uppgávan hjá Tranmere Rovers er í Carling Cup týsdagin.