Trailarin tikin upp

Tað tók tveir tímar at fáa trailarin niðan á landsvegin aftur

Trailarin, sum fór av vegnum í Søldarfirði er nú tikin upp.

 

Klokkan 19 var landsvegurin gjøgnum innara partin av Søldarfirði stongdur, so arbeiðsbilar og kranar kundu koma til at taka trailarin, sum fór út av vegnum í gjár uppaftur.

 

Í gjár var kontainarin og vognurin tikin, men tann kranin orkaði ikki at taka trekkjaran niðan. Tí var boð sent eftir einum størri krana hjá IR Bilum í Kollafirði. Við lagaligum kranaarbeiði eydnaðist at lyfta bilin niðan á og seta hann á ein blokkvogn.

 

Trekkjarin er illa farin. Talan var um ein heilt nýggjan bil, sum júst var farin í vinnu.

 

Í kvøld skuldi løgreglan tosa við førarin, sum koyrdi bilin í gjár. Hann hevur ligið á Landssjúkrahúsinum.