Trailari steðgaði ferðsluni

Tað førdi til langa bíðirøð á Hvítanesvegnum í Havn, tá ein trailari fekk trupulleikar

 

Beint í tysingartíðini nú seinnapartin, tá nógvir bilar eru á veg úr Havnini, fekk ein trailari trupulleikar á Hvítanesvegnum í Havn. 

Helst var okkurt áfatt við bilinum, tí hann slapp ikki úr stað. 

Løgreglan kom á staðið, og ein annar togari kom síðani til hjálpar.

 

##med2##

 

##med3##