Trailari og persónbilur rendu saman

Eingin álvarsligur skaði hendi, tá ið ein trailari og ein persónbilur rendu saman umleið klokkan hálvgum 11 í morgun í Hósvík

Klokkan 10:36 fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Hósvík.

Óhappið hendi, har koyrt verður oman á bryggjuna í Hósvík. Fleiri neyðsynjarakfør vórðu send til Hósvíkar.

Vegurin varð stongdur í umleið ein tíma, áðrenn ferðslan slapp at koyra aftur.

Fýra fólk vóru í persónbilinum og ein persónur í trailaranum. Sambært vakthavandi á politistøðini komu øll sjálvi úr bilunum, og eingin fekk álvarsligan skaða.