Trailari mundi farið á sjógv

Tað gekk alt annað enn væl, tá ið ein bingja skuldi koyrast umborð á Eystnes í havn í kvøld

 

Tað gekk ikki sum ætlað, tá ið teir skuldi flyta farm umborð á farmaskipið, Eystnes, hjá Smyri Line, fyrr í kvøld.

 

Eystnes liggur á Havnini, men tá ið ein bingja skuldi koyrast umborð, fór báturin brádliga útfrá, siga fólk fyri okkum.

 

Avleiðingin er, at nú liggur Eystnes við bryggju, við rampuni hangandi niður í sjógv, og treylaranum hálvum útav og niðri í sjónum.

 

Ein krani er komin oman á bryggjuna í eini roynd at fáa treylaran upp aftur.