Trailari helt ikki frástøðuna

Tvey fólk vórðu fyrrapartin flutt á Landssjúkrahúsið eftir ein harmonikusamanstoyt í Streymnesi

Førarin á einum trailara helt ikki neyðugu frástøðuna frá bilinum frammanfyri, tí hendi ein harmonikusamanstoytur á landsvegnum við Streymnes í morgun.

Ein bilur, sum var á veg norðureftir, minkaði brádliga heilt nógv um ferðina, tá hann kom til fyrru frákoyringina til Streymnes. Ein annar persónbilur, sum koyrdu aftanfyri, gjørdi tað sama. Men førarin á trailaranum gáaði ikki, at bilarnir nærum steðgaðu, fyrr enn ov seint var.

- Trailarin var fullur av fiski, og tí hevur hann eina nógv longri bremsilongd. Førarin segði, at hann umhugsaði at koyra trailaran oman av vegnum, men so hevði hann koppað, og so hevði verið nógv størri skaði, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Trailarin rendi á aftara persónbilin, sum aftur varð trýstur í tann fremra bilin. Stoyturin var so mikið harður, at bilarnir fingu sera stóran skaða – serliga tann, sum var ímillum trailaran og fremra bilin.

- Førarin á fremra bilinum fekk ein kraga um hálsin, so sum altið verður gjørt, um nakar ivi er um skaða í hálsi ella nakka. Men hann gekk sjálvur í sjúkrabilin og sá ikki út til at hava fingið stórvegis mein. Men førarin í hinum bilinum varð fluttur á børu í sjúkrabilin. Báðir førararnir vórðu innlagdir á landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi, sum ikki metir, at talan var um stórvegis skaða.

Óhappið var eitt typiskt dømi um, hvussu tað kann ganga, tá neyðuga frástøðan ikki verður hildin, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.