Trailari feyk av vegnum

Í nógva vindinum beint fyri døgurða hósdagin feyk ein trailari hjá HT Transport út av vegnum í Skálabotni.

Tað var rættuliga fitt av vindi í Skálabotni hósmorgunin, og tað fekk ein trailari hjá HT Transport eisini at merkja.

Lyftur upp frá vegnum
Eitt eygnavitni til tilburðin greiður frá, at tað sá rættuliga ógvusligt út, tá ið óhappið hendi.
Maðurin greiðir frá, at vindurin tók í vognin á trailaranum, sum var tómur. Vognurin, sum er fýra metrar langur, bleiv lyftur upp frá vegnum og rakti lampuna á einum elsteyra. Lampan á elsteyranum er eini seks metrar oman fyri vegin, og havandi í huga longdina á vogninum merkir tað, at vognurin bleiv lyftur einar tveir metrar upp frá vegnum.
Tilvildin vildi tað so, at ein veghøvil hjá Landsverk koyrdi beint aftan fyri trailaran, sum fór út av vegnum. Veghøvilin fekk sett eina reim á vognin, og á tann hátt eydnaðist tað at fáa trailaravognin upp á vegin aftur. Av tí at tað gekk so mikið skjótt, var vegurin í Skálabotni ikki blokeraður í meiri enn slakan hálvan tíma.