Træseglskip og gamlir motorbátar á regatta

- Fólk eru vælkomin umborð at síggja skip og motorbátar í øllum bygdum, har vitjað verður, siga fyrireikararnir.

Føroya Regatta 2014 - fyri træseglskip og gamlar motorbátar - verður í ár í døgunum 3.-6. juli. 

 

Ein skrá er løgd fyri hesar dagarnar, og skipini loysa ymiskar klokkutíðir hósdagin 3. juli, ávikavist úr Klaksvík, Havn, Tvøroyri og Vági.

 

Felags fyri allan regattaflotan er, at øll træseglskipini koma á Hvalba hóskvøldið, har tey liggja til morgunin eftir.

 

Tá loyst verður aftur í Hvalba, verður siglt norður til Hvalvíkar, og stívliga átta tímar eru settir av til ferðina norður.

 

Sambært skránni koma træseglskipini á Hvalvík fríggjakvøldið.

 

Í Hvalvík verður eisini ligið á nátt, og loyst verður ikki aftur úr Hvalvík fyrr enn leygarmorgunin 5. juli.

 

Úr Hvalvík ber leiðin út til Nólsoyar, har skipini koma stutt eftir middag. Í Nólsoy verður steðgað í tríggjar tímar, og seinnapartin ber leiðin úr Nólsoy til Runavíkar, hagar træseglskipini koma leygarkvøldið.

 

Í Runavík liggja skipini til á middegi sunnudagin 6. juli, og tá loyst verður aftur úr Runavík, er Føroya Regatta 2014 liðug í ár, og skip og manningar fara hvør sína leið aftur.

 

Í øllum bygdum, hagar regattaflotin kemur, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, eins og høvið verður hjá almenninginum at vitja umborð á træseglskip og bátar.