2-2 á Argjum fyri viku síðani ber við sær, at ÍF er í Vági í vissuni um, at tað eisini næsta ár verður sunnudagsfótbóltur í Fuglafirði.
Í Vági er støðan øðrvísi. Um FC Suðuroy aftur í 2016 skal vera í fremstu røð so er fyrsta treytin, at úrtøkan ímóti ÍF á Vágseiði í dag verður trý stig. Um tað verður nóg mikið valdast um, hvussu tað verður hjá AB ímóti B36, og hvussu tað fer at tørna út í síðsta umfari.
Jákup Mikkelsen hevur mangan spælt í Vági. Í dag verður tað fyrsta ferðin, at hann verður venjari á Vágseiði. At venjarin og ÍF spælararnir taka uppgávuna í stórum álvara sæst aftur í, at ferðalagið úr Fuglafirði fór suður longu í gjár.
-Nú er tað greitt, at ÍF eisini næsta ár verður partur av fremstu deildini. Tað eri eg fegin um, tí tað var fremsta málið, tá ið eg tók við sum venjari. Tað hevur alla tíðina verið greitt, at mín tíð sum ÍF venjari verður bara tað, sum er eftir av kappingini, sigur Jákup Mikkelsen.
ÍF málverjin Hallgrím Gregersen er skaddur. Miðvallarin Frank Poulsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið liðformaður, er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Bartal Eliasen er førur fyri at spæla. Ari Ó. Ellingsgaard er tøkur aftur.
ÍF hevur bara vunnið einaferð á útivølli higartil í ár – 3-2 ímóti EB/Streymi. Sjey ferðir er tað endað javnt, og fimm ferðir hevur ÍF einki fingið burturúr. Samlaði málmunurin á útivølli er 16-26.
FC Suðuroy hevur vunnið tríggjar heimadystir. Sjey tap og tveir javnleikir og teir tríggir sigrarnir bera málmunin 17-26.
Jón Krosslá Poulsen í FC Suðuroy hevur ikki heilt mist mótið:
-Sunnudagin taptu vit 3-1 í Gøtu, og tað vóru vit sera vónbrotnir av, tí víkingarnir restaðu nógvar spælarar. Møguleikin er framvegis fyri, at vit skulu halda tørn um plássið, og vit rokna við møguleikanum. Tað eigur at bera til at vinna á ÍF í Vági, og vit hava áður megnað góðúrslit í Gundadali ímóti HB, sum vit skulu hitta í síðsta umfari. Um tað skal eydnast hjá okkum, so skal hugburðurin vera góður og betri, enn hann var í 2. hálvleiki í Gøtu, sigur Jón Krosslá Poulsen.
Hjá FC Suðuroy eru Búi Egilsson og Høgni Madsen leikbannaðir. Heri Kjærbo er tøkur aftur eftir leikbann.









