Traditionen tro...

Áttanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning á ólavsøku, har bæði kend og minni kend listafólk sýna fram verk síni. Sum vanligt, fer allur ágóðin til vælgerandi endamál. Framsýningin er opin báðar ólavsøkudagarnar og mánadagin

Tilsamans 37 listafólk sýna hesa ferð fram yvir 130 listaverk á stóru listaframsýningini, sum Lions Club Tórshavn skipar fyri í Müllers Pakkhúsi. Talan er sum vanligt um eina søluframsýning, hvørs endamál er at útvega pening til vælgerandi endamál, og allur ágóðin av bæði listaverks- og atgongumerkjasølu fer til slík endamál.

Framsýningin umboðar myndlist í orðsins breiðasta týdningi, tí við á framsýningini eru nógvir olju- og akrylmálningar, umframt vatnlitsmyndir, kopar- og linoleumsprent, tekningar og standmyndir. Somuleiðis er stór breidd í skaranum av listafólkum, tí talan er bæði um kend og minni kend listafólk, ið sýna fram verk síni.

Hesa ferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin skal fara til kaféborð, -stólar, videokanón og lørifti til Havnar Sjónleikarfelag. Í dagtímunum verður Sjónleikarhúsið í Havn nógv brúkt til skeið, fundir og ráðstevnur, og tí vil felagið betra møguleikarnar og karmarnar á staðnum til hesi endamál.

 

Málningur at vinna

Atgongugjaldið til framsýningina í Müllers Pakkhúsi er 50 krónur, og hvør gestur fær útflýggjaða eina skrá yvir framsýningina. Á hvørja skrá er prentað eitt nummar, og tá framsýningin endar mánakvøldið, verður drigið millum allar skráirnar um ein málning, sum Hergerð Joensen í Havn hevur málað.

Hetta er áttanda árið á rað, at skipað verður fyri hesi listaframsýning, sum síðani 2000 hevur verið fastur táttur í mongu mentanartilboðunum í høvuðsstaðnum á ólavsøku. Alsamt fleiri ólavsøkugestir hava seinnu árini valt at lagt leiðina fram við Müllers Pakkhúsi á ólavsøku, og tað vóna fyrireikararnir eisini, at mong gera hesa ferð.

Lions Club Tórshavn takkar fyri góðan stuðul frá Tórshavnar býráð, sum leggur høli til framsýningina, og Tryggingarfelagnum Føroyar, sum hevur stuðlað á annan hátt. Framsýningin er opin ólavsøkuaftan og ólavsøkudag frá klokkan 14 til 20, og dagin eftir ólavsøku, mánadagin 30. juli, er opið frá klokkan 16 til 20.