Traðka á samkynd í Føroyum

Jóhanna Sigurðardóttir, for­sæt­­is­­ráð­­frú­a í Ís­landi, vildi á før­­oy­a­­ferð­­ini í síðstu viku ikki gera við­merk­ing­ar til ser­ligu heils­an­i­na frá Jenisi av Rana - um at vitj­an henn­ara og konu henn­ara í Føroyum var ein pro­vo­ka­tión.

Men tá hon kom aft­ur til Ís­lands segði hon við ís­­lendska kring­varp­ið, at í Før­oy­­um verð­ur traðk­að á við­­ur­­skiftini hjá teim­um sam­kyndu.
- Um vitjan mín kann varpa ljós á hetta, so er kort­ini okk­urt gott kom­­ið burt­ur­úr, segði hon.

Tað er snópisligt, at før­oy­ingar av út­lend­ing­um skulu setast í bás eft­ir lægsta fel­ags­nev­n­ar­a­num - teim­um homo­fob­isku!
Men tað var eisini ov ván­a­ligt av Jó­­honn­u Sig­ur­ð­ar­dótt­ir ikki at siga sína hjart­­ans mein­ing við føroyskar miðl­a­r, áðr­enn hon fór heim til Ís­lands at finnast at før­oy­­ing­­um.