Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í norðurøkinum í gjárkvøldið og fekk fleiri ferðsyndarar í nótina.
Millum Fuglafjørð og Gøtu vórðu fleiri bilførarar tiknir. Tveir teirra fingu klipp í kortið, meðan ein fekk treytaða frádøming. Teir báðir fyrru vórðu steðgaðir fyri at koyra 106 og 108 km/t, meðan tann, sum fekk treytaða frádøming koyrdi 118 km/t.
Haðani fór løgreglan Millum Fjarða. Har varð ein bilførari steðgaður fyri at koyra 115 km/t, sum hann verður løntur fyri við einum treytaðum dómi.
Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at nýta fartelefonina, meðan hann koyrdi.