Fótbóltur
Kontrastirnir vóru øgiligir, tá liðini fóru av vøllinum. Hjá B36-spælarunum vendu eyguni beint niður í svørðin, meðan teir skjótast gjørligt royndu at smoyggja sær inn í skiftirúmið at sleikja sær sárini.
Hjá NSÍ lýsti viljin hinvegin úr spælarunum. Vónleysa hálvleiksstøðan varð vend. Takkað verið einum framúr liðavriki, har hvør einasti maður gav seg 100% í samfullar minuttir eftir steðgin, og har teir at enda fingu uppiborna løn fyri stríðið.
Eftir heimabókini
Tapið mundi eisini kennast eyka svárt hjá heimaliðnum av teirri orsøk, at fyrstu trý korterini gingu júst soleiðis, sum teir høvdu ætlað sær.
Eins og í so nógvum øðrum dystum hetta kappingarárið, so var útgangsstøðið hjá B36 hampuliga varligt.
Fyrst og fremst royndu teir at binda um verjupartin, fyri síðani at hótta mótstøðumálið í skjótum raidum niðan eftir vøllinum. Nakað sum riggaði til reint UG fyrstu trý korterini. Ikki bara fingu teir tvey mál eftir uppskriftini, men í tveimum øðrum førum var eisini nær við, at skjóta umstillingsspælið gav úrslit. Men fyrru ferðina sparkaði Róaldur Jacobsen framvið, tá Óli Hansen forerdi honum bóltin, og seinnu ferðina var Høgni Madsen heppin at verða verandi á vøllinum, tá hann eftirtacklaði Brima Koroma, sum var ávegis ein-móti –einum støðu.
Jústinus var lykilin
Eftir steðgin vendi dysturin fullkomuliga. Pauli Poulsen tók bæði Høgna Madsen og Jann Martin Mortensen út í steðginum, og bæði Jústinus R. Hansen og Klæmint A. Olsen áttu sín stóra leiklut í, at tað eydnaðist gestunum at koma aftur í dystin.
Hóast Jústinus ikki var tann mest eyðsýndi, so spældi hann ein framúr seinna hálvleik, har hann sum miðvallarsweepari støðugt var akkerið, sum vann returbóltarnar á miðvøllinum, so trýstið hjá NSÍ kundi fasthaldast. Ikki minst tí hann sjáldan var atvold til fríspørk og harvið steðgir í spælinum. Og við 2-2 málinum var Klæmint tann, sum styrkti eyka nógv um trúnna hjá gestunum.
Hjá B36 kostaði tað hinvegin nógv, at teir í ov stóran mun duttu í verjustøðu. Snøgt sagt gjørdist frástøðan niðan til álopið ov stór, og tí høvdu teir sera trupult við at hótta í kontraspælinum. Og so kundu runavíkingar leggja enn meira fyri í sínum trýsti.
Intensitetur
Fram um stóra skiftið, sum altíð er, tá ein dystur vendir frá 2-0 til 2-3, so var talan um ein serstakliga intensan dyst. Spælið hevði til tíðir hug at tangera til tað heilt ljóta, men mest av øllum var hetta úrslit av, hvussu nógv spælararnir á báðum liðunum løgdu fyri dagin. Og hóast kortini kanska kundu sitið leysari, so tænir tað Lars Müller til rós, at hann royndi at samskifta við orðum heldur enn kortum.
Kropsliga var tað tó NSÍ, sum vann sær yvirtakið, sum dysturin leið. Seinastu løtuna tóktist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn avgerandi bólturin fann vegin til meskarnar. At dómarin legði fýra minuttir afturat teimum 90 gav bara gestunum enn meira mót, og tá 93 minuttir vóru farnir, fingu teir løn fyri tacklingarnar, stríðið og innsatsin. Alt í alt eitt avrik, sum bendi á, at NSÍ væl er ført fyri at taka heilt tungu tøkini í avgerandi dystunum, og at liðið eigur profilarnar, sum kunnu avgera dystirnar.
Hjá B36 var talan hinvegin um áminning og lærupening. Partvíst um æviga sannleikan um, hvussu vandamikil ein tvey-mála leiðsla er, og partvíst um tann veruleikan, at skalt tú vinna ein dyst, skalt tú eisini tora at vera betri enn mótstøðan.









