Traðarleigan hækkar ikki

Einir 15-20 traðarmenn vóru møttir á býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldið, og tað hevur helst havt sína ávirkan. Bert tveir býráðslimir atkvøddu fyri at hækka traðarleiguna. Tað skapti rættiligt rok, tá Portalurin fyrr í vikuni boðaði frá, at ein hækkan av traðarleiguni stóð á skránni til býráðsfundin hjá Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.

Og formaðurin í Traðarmannafelagnum, Jørleif Kúrberg gjørdi eisini vart við seg, beinanvegin sum honum gjørdist greitt, at at málið skuldi fyri á býráðsfundi.

Eg fari at heita á allar traðarmenn um at møta upp á býráðsfundi og gera vart við okkara ónøgd, segði hann við Rás2.

Og tað vísti seg at bera frukt, tí einir 15-20 traðarmenn møttu upp á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Um tað var hetta, ið ávirkaði, ella um uppskotið bara generelt var illa lýtt millum býráðslimir skal ikki sigast, men tað fall við eitt brak.

Fyrst var atkvøtt um gegnið hjá Jógvan Arge og Heðin Mortensen, og teir sluppu so ikki at vera við í viðgerðini av málinum. Og av teimum eftirverandi vóru tað bert Marin Katrina Frýdal og Elin Lindenskov, sum í fíggjarnevndini høvdu atkvøtt fyri, sum á byráðsfundinum stóðu við sítt. Øll hini 11 avkvøddu ímóti.

Sostatt verður eingin hækking av prísinum á leigutraðum og urtagarðsstykkjum á hesum sinni.