Trívist undir FM trýstinum

Dart: Bárður Olsen væntar eina spennandi FM kapping

Í morgin byrjar FM kappingin í dart. Seinnu árini hevur tað verið ein tvídystur millum Bárð Olsen og Remy G. Hansen. In.fo hevur tosað við FM favorittarnar.

 

Les eisini: Kasta aftur eftir bull

 

Tú er verandi vinnari og ein serliga tveimum FM favorittum, hvussu kennist tað?

Nú havi eg ligið í oddinum í dart í nógv ár. Spælararnir blíva betur og betur og allir vilja vinna á FM vinnaranum. so tað er eitt sindur av trýsti á. Tað dámar mær væl, tí eg spæli bara betur undir trýsti, sigur Bárður Olsen.

 

Hvat væntar tú tær av FM kappingini í ár?

Eg rokni við at tað verður ein sera spennandi kapping í ár, og vónandi verða tað fleiri, sum koma at kappast um FM.  Nú hava vit broytt kappingina eitt sindur. Tað verður eingin tvímansleikur. Ístaðin fara vit at kappast í einmansleiki, har tað er cup beinavegin og eingin er styrkismettur og allir kunnu møta øllum .Tað gleði eg meg nógv til at royna. Tá má man vera klárur beinavegin, ella er stórur møguleiki at tú ríkur út. Eg haldi at støði er hækkað eitt sindur tað seinast árið og tað eru fleiri góðir spælarar, sigur FM vinnarin.

 

Hvat væntar tú tær av kappingnin í Klaksvík? Er tað eyka spennandi, tí tað er fyrsta kappingin í hesum kappingarárinum?

Kappingin í Klaksvík verður spennandi, tí tú veit ikki hvussu hinir spælararnir eru fyri nú. Eg havi vant so gott sum alt árið. Hevði ein lítlan steðg eftir vit høvdu verið í Danmark og kappast. Eg veit at hini feløgini hava vant í eina tíð nú. So vónandi verður støðið høgt frá byrjan. Hopi eisini at onkur nýggj andlit verða at síggja, sigur argjamaðurin.

 

Hvør væntar tú fer at gera ein vørr í ár?

Eg rokni við at toppurin verður áleið tann sami sum í fjør, men tað hevði verið stuttligt, um onkur annar hevði blandað seg í toppin, sigur Bárður Olsen at enda.

 

Kappingarárið í dart byrjar í morgin í Klaksvík.