Nú vit hava sett lógina um ábyrgd landsstýrismanna í gildi í Føroyum, so er tað at undrast yvir, hvussu hendan lóg verður umsitin, nú tað er ein landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum, ið verður raktur.
Ikki hevur løgmaður nýtt langa tíð at umhugsa seg, tá tað hevur snú seg um landsstýrisfólk hjá hinum samgonguflokkunum.
At Fólkaflokkurin enntá roynir at seta spurnarteking við kanningina hjá Turid D. Hentze, og leggur tað út sum, at hendan kanning bert er hennara tulking av málinum, er átalu vert.
Turid D. Hentze hevur sum øllum kunnugt verið forkvinna í Javnstøðunevndini í fleiri ár, og eigur hon sostatt at kenna rættiliga væl til mannagondir o. a. innan tann almenna sektorin.
Tá løgmaður nevnir í Degi og viku týsdagin, at nú skal kanningin kannast aftur, so kann ein ikki annað enn hugsa, um ein kanska vil hava onkran at kanna umaftur, ið kann tulka tað, ið er farið fram soleiðis sum ein sjálvur vil hava tað tulkað.
Um løgmaður bar seg rætt at, so kann ongin ivi vera um, at nú tað er hansara egni partamaður átti hann at verið minst líka skjótur til at handla, og seta mannin frá, í hvussu er til ein hevur prógva, at landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt nakað skeivt.
Tað er ongin ivi um, at kanningarstjórin í hesum føri skal javnsetast við umboðsmannin, og tí er tað sera átalu vert, at løgmaður, ið er hægsti myndugleiki í landinum, sáðar misálit á kanningina.