Trý vilja savna rusk

Tríggjar fyritøkur hava givið tilboð upp á at savna inn ruskið í Tórshavnar kommunu

Sáttmálin, sum Tórshavnar kommuna hevur við Tom Hellisdal um ruskinnsavnan í kommununi, rennur út á nýggjárinum.
Kommunan hevur tí havt lýsingar í bløðunum, har innsanvanin verður boðin út, og trý tilboð eru komin inn.
- Talan er um eitt tilboð úr Havn og tvey uttanfyri kommununa. Vit hava havt innleiðandi samráðingar við fyritøkurnar fyri tvey tey lægstu tilboðini, og málið verður nú lagt fyri Heilsu- og umhvørvisnevndina, sum síðani ger eitt tilmæli, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Tá málið er avgreitt í Heilsu- og umhvørvisnevndini, verður teirra tilmæli lagt fyri fíggjarnevndina at taka støðu til. Síðani skal málið leggjast fyri býráðið til støðutakan.
Heðin Mortensen váttar, at verandi ruskinnsavnari, Tom Hellisdal, eru millum fyritøkurnar, sum hava latið inn tilboð, men hann vil ikki avdúka, hvør eigur lægsta tilboðið.
- Málið er ikki búgvið til tað enn, men tað er greitt, at býráðið fer at arbeiða skjótt, tí verandi sáttmáli gongur út á nýggjárinum, sigur borgarstjórin.
Hann dugir kortini ikki at siga, um málið verður avgreitt áðrenn verandi sáttmáli gongur út, ella neyðugt verður at leingja verandi sáttmála í eitt stutt tíðarskeið.
Tað hevur ljóðað, at eitt tilboð úr Kvívík var lægst, men tað hevur borgarstjórin onga viðmerking til.
- Nú fíggjarlógin fyri komandi ár er fyri, er neyðugt at halda býráðsfundir títtari enn vanligt. Ein verður nú hósdagin og ein aftur í komandi viku. Væntandi kemur málið um ruskinnsavnan fyri á býráðsfundinum í komandi viku, sigur Heðin Mortensen.