Trívast í Gundadali

Seinnu árini hevur Skála mest sum hvørja ferð havt stig við sær úr Gundadali. Og mánakvøldið kundi Bárður B. Danielsen bara staðfesta, at teir trívast so hampuliga væl í høvuðsstaðnum.

- Tað vísir seg soleiðis í øllum førum. Í dag haldi eg, at dysturin fyri tað nógva gongur júst so, sum vit ætlaðu. B36 er ikki eitt lið, sum tveitir nógv fólk fram í senn, og tí ráddi um hjá okkum at standa rætt. Tað haldi eg eisini eydnaðist, og hóast teir hava bóltin nógv, so skapa teir ikki tað heilt stóra.

- Eftir steðgin broytast fortreytirnar sjálvandi, og í yvirtali skuldu vit kanska fingið meira burturúr. Sæð burtur frá hasum frísparkinum hjá Santos, so haldi eg ikki, at teir tá skapa nakað yvirhøvur, so sjálvandi er tað keðiligt, at eitt slíkt mál skal fara inn. Vit megna so onkursvegna at javna kortini, og 1-1 var kanska eitt rímiligt úrslit.

Og er tað eitt úrslit, sum tit eru nøgdir um?

- Tað vildu vit so verið, um tú spurdi meg undan dystinum. Men júst nú iðra vit okkum um hatta málið hjá teimum. Men nú skylda vit so ikki NSÍ nakað, helt Bárður skemtandi fyri.