Bókin vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri hava eitt ítriv, bæði tey royndu og tey, sum nýliga eru byrjaði.
Uppskriftirnar fevna um alt frá træsmíði, binding, seyming og hekling og eru eisini lagaðar eftir høgtíðunum.
Turid Christophersen hevur onga útbúgving innan ítriv, og í hesum føri meinar hon, at tað er ein styrki, eftirsum at øll kunnu gera hennara uppskriftir.
– Eg eri ikki designari. Eg eri bara áhugað og havi altíð fingist við eitthvørt ítriv, greiðir Turid Christophersen frá.
Maður hennara hevur gjørt tey tingini, sum eru smíðað, og omman Irena Christophersen hevur bundið tað, sum tekur longst tíð at gera, so sum dópskjólin.
Bókin er 192 síður og aftast er ein ítrivsskúli, har tey, sum til dømis hava gloymt, hvussu ein bindur patent ella heklar eina stangmasku, fáa hjálp.
– Ongin líknandi bók er nakrantíð komin út í Føroyum. Tí veit eg slettis ikki hvussu hon verður móttikin, sigur Turid Christophersen.
Hon hevur leingi droymt um at gera eina tílíka bók, og nú tá tíðirnar eru ringar og fólk hava betri tíð til ítriv, helt hon tíðina vera búna at gera dreymin til veruleika.
– Eg vil, at bókin skal vera eitt uppslagsverk, sum man altíð kann fara aftur í, um man hevur gloymt hvussu eitthvørt ítriv skal gerast, ella um ein hevur brúk fyri hugskotum, greiðir hon frá.
Bókin verður at fáa í bókahandlum frá miðjum oktober og kostar 275 krónur.










