Fríggjadagin vóru bara fimm línuskip til fiskiskap, og hesi fiska øll undir Føroyum og á Reykjanesrygginum. Trý av hesum skipum eru frystiskip og tey bæði, sum eru á ísfiskaveiði, koma neyvan inn at landa hesa vikuna.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nøkur línuskip fara at loysa fyrst í hesi vikuni, nú veðrið er batnað.
Útlitini til útróður hesa vikuna eru góð. Streymurin verður hampiigur, og veðrið verður helst brúkiligt. Men, latið verður illa at útróðrinum í løtuni.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur verið vánaligur, men vit vóna, at her verður broyting til tað betra, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í sínum seinastu metingum um línuveiði.