Týsdagin byrjaðu fólkaskúlarnir aftur og fleiri enn 700 næmingar byrjaðu í 1. flokki. Í Vágs Skúla byrjaðu 26 børn í 1. flokki og tað heldur sjáldsama er, at av teimum 26 børnunum eru trý tvíburapør.
Hetta skrivar Suðurrás.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at trý tvíburapør eru byrjað í 1. flokki í Vágs skúla, tí í 2001 byrjaðu eisini trý tvíburapør í 1. flokki í Vágs Skúla, skrivar www.sudurras.fo.