Ítróttur gerst fastur táttur hjá SvF

Føroyskur ítróttur verður eitt fast punkt á skránni hjá Sjónvarpi Føroya í framtíðini. Sendingin verður at síggja eina ferð um vikuna frá mars mánað og úteftir

SJÓNVARP

Frá mars mánað fer Sjónvarp Føroya undir at senda regluligar sendingar við føroyskum ítrótti.
Tað upplýsir Mikkjal Helmsdal, sjónvarpstjóri, fyri Sosialinum. Talan verður um eina fasta sending um vikuna, men akkurát hvussu sendingin verður uppbygd, kann sjónvarpsstjórin kortini onki siga um, tí enn er fasti ítróttartátturin bert á teknipappírinum.
? Vit ætla at leggja ítróttin afturat okkara sendiskrá og fáa hann í eina fasta legu, men akkurát hvussu konseptið verður, hvussu long ella hvønn dag sendingin verður, er ov tíðliga at siga enn. Tað arbeiða vit við í løtuni, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hann vil heldur ikki siga, hvør fær ábyrgdina av sendingini, men tað tykist greitt, at fólk verður sett burturav til at taka sær av ítrótti í føroyska sjónvarpinum.
Mikkjal Helmsdal vil vera við, at tað ikki er øktu kappingini frá Televarpinum og Canal Digital fyri at takka, at sjónvarpið loksins fer undir at senda ítrótt regluliga.
? Ítróttur er vælumtókt tilfar, sum er nógv eftirspurt, og hetta er ein náttúrlig víðkan av okkara tilboðum til hyggjaran, sigur Mikkjal Helmsdal.
Við einari fastari ítróttarsending um vikuna afturat teimum føroysku sendingunum, fær hyggjarin sjón fyri søgn, at økta sjónvarpsgjaldið sæst aftur á skíggjanum við føroyskari framleiðslu.
? Vit fara at brúka ein stóran part av teimum øktu inntøkunum, sum vit hava fingið, til ítróttin. Vit hava ikki so nógv meira at arbeiða við kortini, tí ein stórur partur fer til lønarhækkingar og øktar útreiðslur, men hetta fáa vit so gjørt, sigur Mikkjal Helmsdal og sipar til hyggjaragjaldið, sum er er farið úr 1500 til 2000 krónur.
Sum Sosialurin skilir, so er ætlanin, at ítróttarsendingin fær um endan av hondbóltinum, og annars fer stórur dentur at verða lagdur á føroyskan fótbólt. Ein stór avbjóðing hjá sjónvarpinum verður at koma kring alt landið, tí ítróttarhendingar eru aloftast soleiðis skipaðar, at tær ganga fyri seg samstundis. Í fótbóltinum verður umhugsað at fáa eina hjálpandi hond frá feløgunum, tí tey taka ofta teir dystir upp, sum tey sjálv spæla.
Kappróður og aðrar ítróttargreinar verða eyðsæð eisini partur av sendingini, sum verður send eina ferð um vikuna, helst sunnu- ella mánakvøld.