Ítróttarvedding
Samanlagt spældu føroyingar fyri góðar 30,6 milliónir krónur í fjør, og ein sera stórur partur av hesum verður verandi í landinum. Umframt at hepnir spælarar í Føroyum vunnu tilsamans einar átta milliónir krónur, koma so eisini provisiónir til føroysku sølustøðini og gjald fyri samskifti til Føroya Tele.
Aftur at hesum kundi smápartafelagið Ítróttavedding seinnapartin mikudagin eisini lata heilar 9,5 milliónir krónur til barna- og ungdómsarbeiði, soleiðis sum felagnum er álagt.
Hesir pengar verða latnir trimum móttakarum, sum eru Ítróttasamband Føroya við 5,7 milliónum krónum og Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðnum, ið fáa 1,9 milliónir krónur í part. Hesi trý eru eisini partaeigararnir í Ítróttavedding.
Serliga eru tað skavispølini hjá Dansk Tipstjeneste, ið hava sligið ígjøgnum í Føroyum, tí tey standa fyri einum góðum triðingi av samlaða umsetninginum her í 2003. Síðani spæla føroyingar eisini nógv við í Lotto og Oddset, umframt OnsdagsLotto og Joker.
Torfinn Højgaard, formaður í Ítróttavedding, fegnast um, at heilar 9,5 milliónir krónur eru at býta út eftir góða árið í fjør:
? Tá danska veddingarlógin í fjørvár varð endurskoðað, gjørdist greitt, at hon ikki longur fevndi um ítróttaveddingina í Føroyum. Tí varð nýggj avtala gjørd millum Ítróttavedding og Dansk Tipstjeneste, so føroyski ágóðin nú er tengdur at, hvussu nógv verður spælt fyri í Føroyum, sigur Torfinn Højgaard.
? Serliga fegnast vit um, at fólk hava tikið so væl ímóti skavispølunum, sum ikki vóru at fáa hjá føroysku veddingarumboðunum fyrr enn í fjør. Hugaligt er, at hesin spælihugur kann koma barna- og ungdómsarbeiðinum til góðar.
Fegnir móttakarar
Størsta »bitan av køkuni« fær Ítróttasamband Føroya, sum hesa ferð fekk 5,7 milliónir krónur. ÍSF-forsetin Heðin Mortensen sigur, at hesin peningur kemur sera væl við.
? Ja, henda upphæddin kemur á eitt sera turt stað, men vit skulu nokk fáa brúkt hetta skilagott. Vit hava ein býtislykil, ið gevur sersambondunum hvør sína upphædd, sum so víðari kunnu koma limafeløgunum kring landið til góðar, sigur Heðin Mortensen.
? Sum vanligt, fer nógv av hesum at síggjast aftur í landsliðsarbeiði og øðrum, eitt nú Oyggjaleikunum í Hetlandi næsta summar. Einki av hesum peninginum fer til umsiting, men alt til ítrótt.
Lív Tórgarð, sum júst hevur tikið við sum forkvinna í Føroya Ungdómsráð, var eisini fegin um, at ein av hennara fyrstu uppgávum í starvinum var at taka ímóti einum kekki upp á 1,9 milliónir krónur.
? Vit hava eina reglugerð, ið limafeløgini skulu ganga eftir, tá tey søkja um at fáa burtur av hesum peninginum, ið bæði kemur teimum limafeløgunum, lokalfeløgunum og serligum og øðrvísi tiltøkum til góðar, sigur Lív Tórgarð.
? Feløgini eru ófør at søkja, so hvørt oyra fer til barna- og ungdómsarbeiði hjá okkara limum. Eisini stimbrar hetta undir feløgini at mennast, tí bæði limatal og virksemi hava ávirkan á, hvussu nógv tey kunnu fáa í sín part.
Triði partaeigarin, ið eisini fær 1,9 milliónir krónur frá Ítróttavedding, er Mentamálaráðið. Jóan Petur Hentze, fulltrúi, sigur tað vera nógv, tey kunnu brúka peningin til.
? Okkara partur fer til tað, ið ikki kemur undir virksemið hjá Ítróttasambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð, og serliga leggja vit dent á at lata barna- og ungdómsmentanarligt arbeiði fáa. Tað kann vera alt frá familjukonsertum yvir barnadans til tiltakið Ung í Føroyum, sigur Jóan Petur Hentze.
? Eftirsum upphæddin hesa ferð er nakað størri, enn hon hevur verið hini árini, fara vit nokk at eftirlýsa onkrari størri verkætlan, ið vit kunnu stuðla við einari munandi upphædd. Upphæddin er so mikið stór, at hon veruliga kann gera góðan mun, har hon verður brúkt.