Ítróttastubbar

Van Nistelrooy skaddur í ein mánað
Hollendski áleyparin hjá Manchester United, Ruud van Nistelrooy, hevur fingið ein skaða, sum fer at halda honum burtur frá leikvøllunum næsta mánaðin. Hetta er sjálvsagt ein dyggur smeitur hjá United, at vandamikli hollendingurin ikki er við tey fyrstu umførini í Premier League í ár, umframt at hann heldur ikki verður við í Champions League undandystunum.
 
Mutu á veg til Juventus
Rumenski framherjin hjá Chelsea, Adrian Mutu, er um reppið at gera ein eitt-ára leigusáttmála við italska stórfelagið Juventus. Mutu kom til Chelsea undanfarna kappingarár, men eftir ein framúr góða byrjan upp á tíð sína í London, gekk tað bráddliga hinvegin hjá Mutu, sum ongantíð kom fyri seg, tað ið eftir var av kappingarárinum.
 
Smicer stúrir fyri fótbóltslívinum
Kekkiski landsliðsleikarin hjá Liverpool FC, Vladimir Smicer, stúrir nú fyri, at hansara dagar sum yrkisleikari eru taldir. Smicer fekk ein skaða í knæið undir einum venjingardysti hjá Liverpool í USA herfyri, og hann bleiv beinan vegin skurðviðgjørdur fyri skaðan, sum fer at forða honum í at spæla fótbólt næsta hálva árið. Kappingarárið í ár er seinasta árið í sáttmálanum hjá Smicer við Liverpool, og tí stúrir kekkin fyri, at hann ikki nær at koma so mikið fyri seg, at hann fær bjóðað ein nýggjan sáttmála, tá ið hetta kappingarárið er farið aftur um bak.
 
Súkklur til allar norsku OL-luttakararnar
Allir teir norsku luttakararnir í OL í Athen, sum byrjar í komandi viku, hava fingið eina súkklu at ráða yvir, meðan tey eru í Grikkalandi. Tað er norska ítróttarsambandið, ið hevur tikið stig til hetta. Orsøkin til at norsku luttakararnir fáa súkklir er, at tey á henda hátt kunnu koma skjótari aftur og fram, verður sagt. Harafturat er grikska ferðslumynstrið kent fyri at verða rættuliga vandamikið, og tí verður tað mett tryggari at súkkla enn eitt nú at ganga. Norsku luttakararnir hava tó fingið at vita frá ítróttarstjóran hjá norska ferðaliðnum, at tey skulu halda seg til at súkkla á súkklubreytunum!