Einasti útbjóðarin, sum hevur loyvi at fyriskipa spøl á føroyska marknaðinum, er Sp/f Ítróttarvedding. Tey umsita spølini hjá Danske Spil – fyrr Tipstjenesten – og tí hevur tað sera stóran prinsipiellan týdning, tá onnur royna at vinna seg inn á føroyska marknaðin.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit fylgja gongdini á marknaðinum. Tú skalt minnast til, at hetta er lógarregulerað økið, og í verandi støðu eru vit tey einastu, sum hava hetta loyvið, sigur Petur Elias Petersen, sum er stjóri á Sp/f Ítróttarvedding.
Monopolið hevur orsøk
Júst monopol-viðurskiftini eru tó ikki tey, sum hann peikar mest eftir, tá útlendskir kappijngarneytar verða nevndir. Heldur vil hann seta fokus á orsøkina til monopolið.
- Soleiðis sum veddingarskipan okkara er, so burdi tað havt almennan áhuga, at talan er um regulerað viðurskifti. Hóast vit ikki hava nakra ítøkiliga kanning fyri føroyingar, so siga tøl alla aðrastaðni, at hvør íbúgvi spælir fyri einar 2.000 kr. um árið í miðal. Og tá er alt roknað við – lutaseðlar, bingo, ítróttarvedding, lotto o.s.fr. Tað vil við øðrum orðum siga, at í alt verða knappar 100 mió kr. um árið nýttar til hetta.
- Og teir pengarnir fara onkursvegna í umferð – hvørt vit vilja tað ella ikki. Men við skipanini hjá okkum ber so til at halda hetta í eini skipan, har peningurin kemur samfelagnum til góðar. Umframt at luta 45% út aftur sum vinningar, fer yvirskotið hjá Danske Spil út til sonevnd »alment nyttige formål«. Tað hava vit sæð her heima við, at vit á hvørjum ári hava givið pening til føroyskan ítrótt, til Føroya Ungdómsráð (FUR) og til Mentamálaráðið. Til samans hava hesar upphæddir táttað í 10 mió kr., so tað er altso ikki einki, sum vit tosa um.
- Útlendskir útbjóðarar kappast við at hava eina hægri útlutan av vinningum – upp í 55% - og tað gevur størri vinningar til spælaran. Men tú skalt minnast til, at hini 45% tá øll verða nýtt at skapa vinning til felagið – og altso ikki til samfelagið. Og tað í sjálvum sær skuldi fingið politikkarar at ansa eftir. Ikki minst, tá okkara skipan automatiskt syrgir fyri, at landskassin fær síni 15% í skatti av vinninginum, og tað ivist eg í er galdandi fyri tað, sum verður vunnið gjøgnum aðrar útbjóðarar.
- Og tað eru eisini hesi viðurskifti, sum gera, at eitt nú danskir myndugleikar ikki vilja boyggja seg fyri ES-kravinum um ein opnan spælimarknað.
Mugu staðfesta reglurnar
Hvørt nøkur politisk reaktión kemur upp á lýsingarnar, sum hava verið at sæð seinasta mánaðin, ber tó illa til at siga. Finn Ougaard, varafúti, segði í blaðnum í gjár, at talan er um eina grásonu, og tí skoðsmálinum eru Petur Elias ikki heilt ósamdur í.
- Men júst tað ger eisini, at tað hevur týdning at fáa staðfest, hvat er loyvt og ikki. Letur tú bara tingini flóta, so kanst tú í ringasta føri standa í teirri støðu, at føroyskur ítróttur og ungdómsarbeiði missur úti við 10 mió kr. árliga!
Men hvørji ítøkilig stig kunnu tit taka í so máta?
- Fyrst og fremst, so er tað at fylgja væl við tí, sum fyriferst á økinum. Og so royna at gera okkara ávirkan galdandi. Tí vit síggja hetta eins nógv sum eina politiska uppgávu. Í Danmark er tað jú staðfest við dómi, at tað er ólógligt at lýsa í donskum miðlum. Tann spurningin hava vit so ikki fingið avgreiddan enn.
Tað vil so siga, at tað verða ikki tit, sum melda Dimmalætting ella FSF fyri tær lýsingar, sum hesi hava borið?
- Tað fái eg sum so ikki svarað fyri. Um tað kemur so langt, er ein spurningur, sum nevndin tekur støðu til.
Men kunnu vit ímynda okkum, at einki verður gjørt, og at eitt fótbóltsfelag brádliga spælir við lýsing fyri eitt nú Ladbrokes á bringuni. Er tað tá ikki ov seint at gera nakað?
- Kemur tað hartil, so hava vit í øllum førum ein stóran trupulleika. Júst tann spurningurin er tó meira hypotetiskur, tí tá vil viðkomandi felag standa í eini støðu, har tey móttaka pening frá Danske Spil, samstundis sum tey undirgrava teirra virksemi, og tað ber jú illa til at selja somu tvær ferðir, sigur altso stjórin á Sp/f Ítróttarvedding.